Kringvarp Foroya public
[search 0]
More

Download the App!

show episodes
 
Gerandisdagar: Mánadag – fríggjadag, 10 sendingar frá klokkan 7:00 – 18:00 Vikuskifti: Leygardag og sunnudag, tríggjar sendingar frá klokkan 10:00 – 18:00 Tíðindasendingin í útvarpinum varpar ljós á samfelagið, og tíðindaflutningurin greinar og perspektiverar núlig evni í einum samansettum heimi. Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilssligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum.
 
Morgunlesturin er eins gamal og sjálvt Kringvarpið. Prestarnir í fólkakirkjuni skiftast at skriva hvørja viku, og ymisk fólk kring landið lesa lestrarnar. Sendingin byrjar við einum sálmi, síðan kemur bøn, skriftorð og so nakrar linjur um tekstin - ofta sett í eitt nútíðarhøpi - og endar við Faðir vár og einum sálmi.
 
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra. Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum. Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
 
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Hetta verður gjørt við temasendingum, har eitt evni verður viðgjørt frá ymiskum vinklum. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku public service-rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum. Stjórnin handan Dag og viku l ...
 
Hvørt sunnukvøld klokkan 19:50 senda vit andakt í sjónvarpinum. Tað er ymsu samkomurnar í Føroyum, sum skriva og lesa sjónvarpsandaktirnar. Prestar í fólkakirkjuni skriva og lesa andaktirnar, tá høgtíðir eru.
 
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til lætt og undirhaldani útvarp. Ein blandingur av samrøðum, ummælum, tónleiki, kendum gestum og mongum øðrum. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
 
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
 
Savnssending. Nýggj føroysk sjónvarpssending við trimum gestum í sjónvarpsstovuni hvørt sunnukvøld. Talan er um eina breiða sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og fólkum annars, ið hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Vertur er Heini í Skorini.Frætt eisini meira her: Sjá á Facebook
 
Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steð ...
 
Sendingin er ikki á skránni í útvarpinum í løtuni. Væntandi byrjar sendingin aftur fyrst í 2015. Kringlan er barnaútvarp, ið snýr seg um núlig evni ella fer í dýpdina við einum ávísum evni. Tá Barnaútvarpið hevur temaviku, verður vikan ofta longd við Kringluni. Ein partur av Kringluni er Kringlusvararin, har børn kunnu ringja inn og ynskja sær eitt lag. Ynsk tær eitt lag Telefonnummarið hjá Kringlusvararanum er 342089, og tað eru bara børn, ið sleppa framat. Søgan Kringlan hevur verið til sí ...
 
Surk er ein sending, ið verður send seinnapartar leygardagar í vetur, frá klokkan 12:40 til 15:00 í útvarpinum. Talan er um beinleiðis leygardagsútvarp, har ringt verður í eyst og vest, suður og norð. Ein sending har pulsurin verður tikin av føroyska leygardegnum. Surk merkir fínligt regn, sirm, stroyggja, slaga. Tað surkar eitt sindur úti - tað regnar eitt sindur úti. Vertir eru Kári Sólstein og Øssur Egholm.
 
Savnssending Sunnudagsløtan er serliga upplestur av framhaldssøgum til børn. Søgurnar eru fjølbroyttar – nýggjar, gamlar, siðsøguligar, veruligar ella fantasisøgur. Tá upplestur ikki er á skránni í Sunnudagsløtuni, er tað átrúnaðarligt tilfar til børn. Vertirnir hava til dømis vitjað í einum sunnudagsskúla og greitt frá bíbliusøgu.
 
Chorus er ein sending við góðum og fjølbroyttum kórsangi. Vit hoyra dygdarkór framføra føroyskar og útlendskar sangir og verk. Vertir: Gunnvør Poulsen, Urd Johannesen og Bjarni Restorff - øll kend í føroyska kórumhvørvinum. Sendingin verður borin av tí áhuga og vitan, sum verturin hevur fyri evninum.
 
Savnssending Skannarin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum aktuell evnir. Sendingin tekur útgangsstøði í persónligum søgum og setir tær inn í eitt breiðari samfelagsligt høpi. SøgaSkannarin varð fyrstu ferð sendur í mars 2009. Síðani á heysti 2010 hevur sendingin verið á skránni hvønn sunnudag seinnapart. FramleiðslaSkannarin er ein samansett sending, ið lýsir eitt evni við persónligum søgum, reportasjum og ljóðmyndum.
 
Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.
 
Savnssending Útisetin er ein sending, har vit hoyra føroyingar greiða frá, um hvussu tað er at liva í øðrum londum. Teir útisetarnir, sum vit práta við, hava allir tað til felags, at teir lesa - ella hava lisið - uttanlands. Slag av sending: Upplysing og undirhald Málbólkur: 18+ Sendilongd: Millum 20 og 35 minuttir Vertur og redaktørur: Levi Hanssen
 
Savnssending Dilemma er ein sending, har etisk evni verða tikin upp. Tríggir gestir, ið á ein ella annan hátt eru kendir úr almenna rúminum, tosa um sínar áskoðanir á evni sum eitt nú deyðan, rúsdrekkatrupulleikar, aktiva deyðshjálp og fosturdiagnostikk. Slag av sending: Kjak Málbólkur: Vaksin, við áhuga fyri etiskum evnum Sendilongd: 25 min. Vertur: Solby Christiansdóttir Redaktørur: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo
 
Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, liljan@kvf.fo, og Grækaris Djurhuus Magnussen, grakaris@kvf.fo
 
Savnssending Moldvarp Føroya - ein føroysk satira í seks pørtum. Moldvørpan er kanska blind, men hon er ikki býtt. Treiskliga gravar hon seg gjøgnum ta myrku føroysku moldina, fyri at finna nøkur av teimum evnunum sum vit alt ov sjáldan síggja á skíggja. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið - ...
 
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
 
Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu.
 
Farið verður í dýpdina við teim evnum, ið verða vald til hvørja sending. Heldur enn at fevna víða, er tankin at fara djúpt. Tað vil siga, at kavað verður niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Av tí at sendingin er á skrá einaferð um vikuna, so ber væl til at taka somu evni uppaftur, ella onnur evni innan fyri sama øki.
 
Savnssending FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204. Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag. Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru ...
 
Savnssending Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi. Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig? Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi st ...
 
SavnssendingHvørt fríggjakvøld í vár er nýggja sjónvarssendingini mælt á skránni. Sendingin snarar rundanum lyklaorðini gaman, álvara og aktualitet.Við gestum, innsløgum, kjaki, matgerð og tónleiki skal sendingin taka samanum farnu vikuna í einum løttum tóna í einum hugnaligum og áhugaverdum umhvørvi.Slag av sending: Aktuel samrøðusendingMálbólkur: SamfelagsáhugaðiSendilongd: 45 minuttirVertur: Høgni í JákupsstovuRedaktørur: Høgni í JákupsstovuÁbyrgdarhavandi: Solby Christiansdóttir, solby@k ...
 
Kringvarpið sendir hvønn morgun søgur, reportasjur, ljóðmyndir og mangt annað til yngstu lurtararnar. Á odda fyri hesum standa Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen. Barnaútvarpið hevur av og á temavikur, har farið verður í dýpdina við ymiskum evnum, til dømis happing og forelskilsi. Harafturat hevur sendingin eisini fastar tættir til dømis Lova mær við, har vertirnir biðja børnini lova sær við at uppliva eitthvørt. Millum annað hava vertirnir verið við børnum, sum hava fingið hol í oy ...
 
Savnssending Stykkjagóðs er løtt og summarslig sending, á tremur við góðum tónleiki, práti, samrøðum, tjakpaneli, nýggjari PowerPlay og føroyskum klassikara við søguni um sangin hvørja viku, eins og einum soulklassikara hvønn dag. Hvønn dag klokkan 11:15 eru føst evni á skránni. Mánadagar er evnið minnilutin, týsdagar umrøður serfrøðingapanelið, ið er mannað av Ingvør Nolsøe, Inga Joensen og Birgir Kruse, samleikan hjá einari føroyskari fyritøku ella stovni, mikudagar støkkur summargestur á ...
 
Loading …
show series
 
Bergur Debes Joensen, prestur, prædikar.Deknur: Jenny Lydersen.Klokkari: Selmar Jacobsen.Urguleikari: Søren Johannsen.Tórhild Bjarkhamar nr. 600: Stór er tín trúfesti. Søren Johannsen spælir undir.Sálmarnr. 545: Guð, tú sum ljósiðnr. 326: Tú gavst mær, o, Harrinr. 650: Fram vit bera teg í dagnr. 717: Jesus er besti vinur barnannanr. 134: Rita navn …
 
Maria Jørðdal Niclasen, prestur, prædikarDeknur :Sigrun Hammer Klokkari: Jógvan Martin MørkOrganistur. Gudmund Mortensen Kvívíkskórið undir leiðslu av Boga Karbech MouritsenSolistur: Petra IversenTromper: Ernst RemmelFagot: Joost BosdijkPreludium er Enrico Pasini, Cantabile.Gudmund Mortensen spælir urgu og Ernst Remmel horn.…
 
Loading …

Quick Reference Guide

Copyright 2021 | Sitemap | Privacy Policy | Terms of Service
Google login Twitter login Classic login